Fólk hava sítt at siga um G!festivalin. Planetin gevur her einum møguleikan. Hví ert tú á G!?
Lurta eftir tónleiki og vera saman við vinum.
Hvat er tað besta við G!?
Tjaldingarplássið og øll tey naknu fólkini, tá tað er gott veður.
Hvat er tað ringasta?
Tá tað regnar, og mann ikki kann fara inn, og tað er kalt.
Hevur tú skorað á G!?
Nei. Ikki enn, men í kvøld verður tað.
Hvussu nógv hevur tú drukkið?
Eeehhhmmm. Ein litur av vodka kanska og nakrar Sommersby. Eg kann eisini trýsta onkra øl niðu í meg, men tað er ikki tað besta.










