Á skránni hendan dagin vóru tær báðar strúkarakvartettirnar hjá Sunleifi – nr. 1 frá 1989, og nr. 2, sum eisini er nevnd Sunshine and Shadows frá 2001. Harumframt hevði Sunleif valt at flankera síni verk við kvartettunum Intim brøv og Kreutzer-sonatan hjá kekkiska tónaskaldinum Leoš Janá?ek (1854-1928). Hesar báðar strúkarakvartettirnar eru skrivaðar í 1920’uum.
Sjónvarpið hevði í Mentanartíðindunum fríggjakvøldið 19. oktober samrøðu við Sunleif Rasmussen og Henrik Rørdam, ið er stjóri á plátufelagnum Da-Capo, sum gevur út hesa nýggju fløguna við verkum eftir Sunleif.
Henrik Rørdam greiddi frá hví Sunleif er ein av teim góðu og viðkomandi komponistunum í Norðanlondum, sum tað er vert at satsa uppá internationalt. “Hann hevur týðiliga nakað uppá hjarta,” segði Rørdam, og so greiddi hann frá, hvat tað er, felagnum dámar so væl við tónleikinum hjá Sunleifi. Tónleikurin fortelur eina góða søgu og eftir mongu áhoyrarunum at døma, er talan um tónleik, sum fólk flest skilja. Ein avgerðandi fyrimunur er eisini, at Sunleif umboðar eitt lítið mentanarøki í globalum høpi - Norðanlond - sum altíð hevur verið tvungin til at satsa internationalt, og tí er vælkoyrandi viðvíkjandi at branda seg globalt.
Um man í hesum høpi skal peika á tað serstaka Sunleifska brandið, so má tað vera uppáhaldið hjá tónaskaldinum, at tónleikurin onkursvegna er rótfestur í føroyskari sangmentan og norðurlendskari/føroyskari náttúru. Hendan fatanin styrkist av sjálvum titlunum á verkunum, og eisini tann tíðiliga eftirgerðin av ljóði sum hoyrist í náttúruni, eitt nú í Føroyum, og umhvørvinum sum heild.
Kvartettin Sunshine and Shadows var fyrst á skránni. Tær dansandi og torføru marg-rytmurnar, sum byrjaðu verkið, og blivu spældar við neyvleika og eldhuga av tónleikarunum, umboðar týðuliga tann ljósa tónleikin í verkinum, tann sum refererar til sólina. Men tann kompleksi ljómurin, heilhópurin av melodiskum tilfari, konnoterar eisini fuglaljóð og ta kakofoni, sum er at hoyra eitt nú í bjørgunum í Føroyum. Gongdin í verkinum, tá ið yvirtónaljómur og klangtyssi krúpa inn í tónleikin greina fyri áhoyrarunum, at her verður – og tað er eisini samsvarandi titlinum – tvísemi millum sól og skuggar lýst. Vit síggja fyri okkum sólina stava niður millum skýggini á luftini.
Hetta er eitt serstakliga spennandi verk, og samstundis sera trupul tónleikur at framføra. Talan er eisini um ein víðfevnandi form, har tann einsljóðandi strúkikvartettin verður toygd út í æsir.
Sælendska strúkikvartettin spældi verkið uppá stás, men tó skal sigast, at afturímóti teirri perfektu reproduktiónini av nótum og spæliávísingum á fløguni, so glapp verkið teimum av hondum móti endanum, soleiðis at vit lurtarar sótu eftir á berum. Teir fingu ikki rættiliga parkera tónleikin, og vit fingu ikki endan við, hetta kvøldið í Klingruni í Norðurlandahúsinum.
Sambært klassiska fagurfrøðisliga uppáhaldinum er instrumentaltónleikur ein abstrakt listagrein - bert klingandi tónar, sum søkka inn í bevístheitina. Lurtarin nýtist ikki at reflektera yvir tað, sum hann hoyrir. Hendan hugsan kemur sjálvandi í andsøgn, tá ið instrumentaltónleikur fær ein tittul, ella tá tónaskaldið greiðir frá tónleikinum, út frá, ella saman við ávísum hugtøkum uttaneftir. Tá verður lurtarin útgjørdur við bjargalínum, sum samantvinna tónleikin við heiti og evni, sum liggja uttanfyri verkið. Og sum nevnt er vanligt at samantvinna, eftirhondini nærmast ótilvitað, tónleikin hjá Sunleifi við náttúruna kring okkum og gomlu sangmentanina.
Teir sokallaðu absoluttónleikarinir hava vanliga eina negativa fatan av hesum. Sagt hevur t.d. verið at talan er um “tónleik á høkjum”, ella tónleik, sum ikki hongur saman av sær sjálvum. Eitt annað nýggjari sjónarmið kann vera, at verkið í síni heild brýtur niður markið millum tónlist og umheim. Listaverkið er ikki longur bert tónleikur, men ístaðin eitt bryggj av tónleiki, hugskotum og møguligum søgugongdum.
Strúkikvartett nr. 1 (1989) hjá Sunleif er serlig hesum viðvíkjandi, tí hon er navnaleys. Tittulin gevur lurtaranum eina ávísing um, hvussu nógvir tónleikarar spæla, og hvørji ljóðføri eru við (tvær violinir, viola og cello). Men hvat hon “handlar um” er óvist. Her er tað sostatt ein ungur Sunleif, sum roynir seg á absolut-tónleikaligari grund – uttan festi í týdningsskapandi bjargalínum.
Í mun til fyrrnevndu kvartett, er talan um ein einklari ein-tematiskan form, har tónleikurin ger eina langa rørslu, frá tungum tematiskum glissandi (glíðandi tónum) og yvirtónum, yvir í skjótari tónleik - til knappar tónar, har tónleikararnir knipsa streingirnar, ístaðinfyri at strúka teimum. Verkið endar við sama tónleiki sum í byrjanini og rennur til seinast saman í einum hevdbundnum dur trýklangi.
Vit hoyrdu hendan dagin eina vælupplagda strúkikvartett, sum framførdi detaljeraðar og reinar ljóðmyndir, og førdi tónleikin væl og virðiliga yvirum síðstu taktlinjuna.
Tónaskaldið Leoš Janá?ek var kendur í samtíð síni sum opru-tónaskald. Fleiri av oprum hansara verða framvegis framførdar í stóru opruhúsunum kring heimin. Hann skrivaði eisini nakað av kamartónleiki, har í millum tvær strúkikvartettir, og hesar vóru sum sagt spældar saman við tónleikinum hjá Sunleifi. Og tað var ikki av tilvild. Tónleikurin hjá kekkanum er gjøgnumgataður av gomlum eystureurpeiskum fólkatónleiki, og hjá Sunleifi hómast eisini, sum áður sagt, ein gomul sangmentan..
Heilt stutt kann sigast, at eystureuropeisku tónaløgini í vissan mun líkjast teimum í norðanlondum, og tó: rytman í teirra tónleiki er sera kompleks í mun til okkara.
Tónleikurin í báðu kvartettunum hjá LJ er variatiónssatsir og episodiskur tónleikur, har hevdbundin-løg og intonatiónir av løgum og brotum sum í sniði, kunnu setast í samband við tónleik hjá Sunleif.
Men í mun til hjá Sunleifi, ferðast tónleikurin hjá kekkanum á hevdbundnari tonalari og modalari grund. Vit hoyra klárt tey tradisjónellu løgini í tónleikinum.
Strúkikvartettin Sjælland spældi her týðiliga á heimabeiti. Kvartettin hevði her tekniskt yvirskot, og framførdi tí tónleikin við tí heit stóra yvirlitinum, har tiltikna speisemið í verkunum gjørdi hetta til eina uppliving fyri áhoyrararnar.
Samanumtikið var talan um eina góða, langa konsert, sum við steðgi vardi í útvið tveir tímar. Vit hoyrdu tvær kvartettir hjá Sunleifi frá ávikavíst 1989 og 2001, og fingu sostatt eina mynd av menningini hjá tónaskaldinum.
Ta fyrru kvartettina skrivaði Sunleif til upptøkuroyndina á Konservatoriinum, og hin umboðar eitt tíðarskeið og ein stíl, har t.d. symfoniin hjá honum telist uppí.
Týðiligt er, at nógv er hent millum kvartettirnar báðar – tann fyrra er greitt styttri og einsljóðandi, meðan hin seinna er størri í vavi og merkt av tvísemi. Ein ávísur felagstóni er tó millum tær, og tað er tí trupult at taka dagar ímillum, hvør er tann mest týðandi av teimum.
Tað má sigast, at kekkin og føroyingurin rigga væl saman á einari konsert sum hesari. Tí tað eru so týðulig bond bæði millum tónleikin og møguliga týdningsfestið við umheimin. Sum nevnt setti tann eldri eisini titlar til síni verk, tó at hesir samanhildið við tónleikin eru sera tórskildir. Lyklaorðið teirra millum man vera “traditión”. Tann eldri læt traditiónina vera ein týðandi lutur í tónleikaligu forgrundini, ímeðan hin nýtir eina, í tónleikaligum høpi, abstrakta tilgongd har tónleikurin, í ávísum støðum, bert gevur eina hóming av tí, sum einaferð var.










