Sólbrillur til Svangaskarð

Veðurmenninir siga blikalogn og upp í 16 hitastig, tá Føroyar spæla móti Skotlandi í morgin

Fótbóltur

 

- Vit eru í juni mánaði, og hesin er ofta góður í Føroyum. Beint nú liggur eitt hátrýst eisini yvir okkum, og tað gevur bæði stilt og støðugt veður, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur um forsøgnirnar til mikukvøldið, tá landsdystur er á skránni.

Og sum veðurkortið sær út, so ivast Petur ikki í, at talan verður um fínan sólskinsdag á Svangaskarði.

- Nakað av mjørka er, men hesin er bert um náttina, tá luftin kølnar. Út á dagin er hesin burtur. Kanska talan verður um eitt lítið sindur av sirmi, men hetta skuldi á ongan hátt bilað. Og skal eg velja, so vildi eg heldur havt sólbrillur enn regnskjól, sigur hann.

Og hitin í morgin verður heilt nógvur. Upp í heili 16 stig verður sagt. So er einasti spurningurin, hvørt Rógvi Jacobsen og liðfelaganir økja hesi til 17 ella kanska 19!