Sólbjørg Petersen fimmti

Mikudagin 20. desember fyllir Sólbjørg Petersen í Havn 50 ár.

Sólbjørg er ættað av Geilagarði í Leirvík og arbeiðir á Landsskjalasavninum.
 
Eftir realskúlan í Fuglafirði søkti hon lærupláss hjá Føroya Landfúta, og fekk tað játtað. Fútaskrivstovan ringdi til Leirvíkar at biðja hana byrja beinanvegin, men tað kundi hon ikki, - ”eg má hjálpa mammu at hoyggja”. Tað helt Clerens fúti var í fínasta lagi, og so byrjaði hon, tá hoyggið var komið til høldar.
 
Eftir lærutíðina helt hon fram á fútaskrivstovuni í fleiri ár, har hon helt skil á journalini. Var eitt skifti heimagangandi og nøkur ár arbeiddi hon á skrivstovuni hjá Bilfríðkan. Hevur eisini arbeitt hjá Tórshavnar býráð og Tórshavnar havn.
 
Sólbjørg er nr. 7 av 8 syskjum, 4 av hvørjum kyni: Sofus, Jákup (sáli), Jósleiv, Marjun, Anna, Ingvard og Jónvør.
Foreldrini eru: Solborg Joensen, f. Joensen úr Gerðum í Klaksvík, og John D. Joensen (sáli), skipari, av Geilagarði í
Leirvík.
 
Sólbjørg er nærløgd, í tí sum hon ger, bæði heima og úti. Er væl fyri málsliga í føroyskum og enskum. Nú er hon byrjað upp á spanskt, tí eitt av verbørnumun er úr Mexiko. Hon lesur tað sum hon fær fatur í og er annars altíð í sving.
 
Sólbjørg er gift við Ludvík Petersen úr Havnardali í Havn, og tey eiga 4 børn: Mariann 28, gift við Bardo úr Mexiko, tey eiga Lisel 1½ , Dánjal 26, giftur við Senøvu úr Sandavági, John 20 og Ísak 19.
 
Dagurin verður hildin saman við familjuni.