Psykiatriski Depilin víðkar í heyst um tað økispsykiatriska virksemið, sum frá fyrst í oktober eisini fer at umfata Norðoyggjar.
Økispsykiatriska tænastan fer at hava sæti í Kommunulæknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík tvs. undir sama taki sum kommunulæknaviðtalurnar í Norðoyggjum.
Í hesum sambandi verður í heyst eisini skipað fyri ymiskum kunnandi átøkum í Klaksvík.
Fyrsta tiltakið verður nú hóskvøldið kl. 19:30 í býráðshøllini við Nólsoyarpálsgøtu 32.
Har fer Tormóður Stórá, sálarlækni á Psykiatriska Deplinum, at greiða frá um sálarsjúku og sálarheilsu, eins og kunnað verður um økispsykiatriska røkt og viðgerð.