Sólarkaffi: Sólin sæst aftur í Leirvík

Nú klokkan 15 byrjaði tað, sum leirvíkingar rópa sólarkaffi Á hvørjum ári skipa leirvíkingar fyri sólarkaffi við køkum.

Hetta er dagurin, tá ið sólin sæst undan aftur fjallatoppunum í Leirvík eftir at hava verið handan fjøll í eina tíð.

Løtan í Leirvík byrjaði nú klokkan 15 í bygdarhúsinum, og her fara Steffen Stumann Hansen og Kristian Martin Eliasen at hava eina framsýning á stórskíggja. Eisini verða sýndar myndatalvur við gomlum myndum úr Leirvík.

- Hetta plagar at vera ein hugnalig løta, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Leirvík.