Sálarheilsudagur í marghøllini

Í dag verður árligi sálarheilsudagurin hildin í Vági.

Í dag verður árligi sálarheilsudagurin hildin í Vági. Byrjað varð á middegi í marghøllini, har upphiting við dansi var á skránni, og hesum stóð Anna Kirstin fyri, og hon er kend fyri dansifrálæru, og fekk skjótt øll við.

 

 

Síðani hava teir 120 luttakararnir, sum koma úr øllum landinum, møguleika at velja, hvat teir hava hug til: fótbólt, boccia ella renning.

 

 

Endað verður í dag við kondibingo, og við hesum gongur leiðin vestur á Vágseiði. Landstýriskvinnan í almannamálum, og starvsfólk á almannaráðnum, luttaka, og fær landsstýriskvinnan orðið, tá komið er vestur á Vágseiði.

 

 

Árligi sálarheilsudagurin er skiftivís í Leirvík, Vágoynni, Tórshavn og í Vági.