Hagtøl, sum Gigni hevur lagt fram, siga, at 30 prosent av føroyskum fólkaskúlanæmingunum liva við ymiskum sárbari, ímeðan umleið fjórði hvør næmingr livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kunna ávirka teirra sálarligu heilsu.
Les eisini: –Hjúnaskilnaður ávirkar sálarheilsu barnsins
Erling Fles, sálarfrøðingur, sigur, at hesi tølini líkjast tølum úr øðrum londum, og tí eiga vit eisini at gera meir fyri at styrkja sálarligu heilsuna hjá næmingum í fólkaskúlanum.
– Í skúla og í undirvísing verður stórur dentur lagdur kropsliga heilsu og útvikling. Eg haldi, at tað er eins umráðandi, at sálarlig heilsa eisini kemur á breddan. Sálarlig heilsa átti at verði partur av undirvísingini á onkran máta uttan at neyðturviliga vera á tímatalvuni. Eitt boð er, at skúlanir løgdu dent á undirvísing í sálarheilsu við tema døgum, sigur hann.
Tað er umráðandi, at fólkaskúlanæmingar verða kunnaðir um sálarheilsu og fáa møguleika til at menna og styrkja sína egnu sálarheilsu í skúlanum eisini, heldur hann.
– Sálarheilsa ávirkar innlæringina og ávirkar eisini næmingin seinni í lívinum. Er sálarheilsan vánalig, verður tað verri hjá barninum at fóta sær í samfelagnum, og tí skal undirvísing í júst hesum verða ein partur av fólkaskúlanum, líkasum eg haldi, at samfelagsfrøði er ein nátúrligur partur av fólkaskúlanum. Vit skulu ikki bara duga at lesa og skriva, men eisini læra at liva saman við øðrum menniskjum í samfelagnum, staðfestir Erling Fles.
Av 7.146 skúlanæmingum blivu 73% kannaði hjá heilsufrøðingi skúlaárið 2016/2017. Hetta svarar til 6.329 samrøður, harav 21% vóru eykasamrøður vegna serligan tørv ella avbjóðing hjá næmingum. Hetta svarar til, at 1.085 eykasamrøður blivu gjørdar.










