Sálarfrøðislesandi hittast

SÁL – Føroysk sálarfrøðilesandi kring allan heim skipa fyri summartiltaki.

SÁL umboðar øll føroysk sálarfrøðilesandi kring heimin. Í løtuni eru 40 lesandi og av hesum lesur helmingurin í Keypmannahavn og restin aðrastaðni í Danmark ella í øðrum londum.

Av tí at vit landafrøðiliga eru langt vekk frá hvørjum øðrum í gerandisdegnum, hava vit valt at hava eitt árligt summartiltak í Føroyum, sum er við til at røkka høvuðsendamálið okkara um at stimbra samskiftið millum føroysk sálarfrøðilesandi og til føroyska arbeiðsmarknaðin, og tað fara tey aftur at gera í ár, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Hesaferð koma tríggir føroyskir sálarfrøðingar at greiða frá, hvussu tað er at arbeiða innan teirra øki í Føroyum. Hanna Kampman greiðir frá arbeiðinum á Sernám, Anna Arnfríðudóttir Andreasen greiðir frá arbeiðinum á Arbeiðseftirlitinum og Suni Poulsen greiðir frá, hvussu tað er at arbeiða á psykiatriska deplinum.