Tað er sera umráðandi at tosa við børnini eftir eina kreppu. Tað segði Tóra Petersen, sálafrøðingur við úf í morgun.
Eftir álvarsama eldsbrunan á Tvøroyri í gjár hava børn og ung ivaleyst verið ávirkað av tí, sum hendi. Tóra Petersen er sálarfrøðingur við serligum kunnleika til kreppuhjálp í slíkum støðum. Og júst nú arbeiði hon saman við norðurlendskum sálarfrøðingum við júst hesum evninum.
Tóra Petersen hevur skrivað hesi ráð til foreldur, sum eiga skúlabørn, ið eru sálarliga ávirkað av støðuni á Tvøroyri. Trýst á myndirnar undir greinin fyri at síggja ráðini. Myndirnar hanga saman, so neyðugt er at hyggja eftir øllum trimum.