Mett verður, at 350 milliónir fólk um allan heimin stríðast við tunglyndi, sigur heimsheilsustovnurin WHO. Norðurlendski felagsskapurin fyri Sálarfrøðingar heitir á landsins myndugleikar, um at raðfesta fyribyrging av sálarligum trupulleikum hægri.
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingarn hevur luttikið á norðurlendskum fundi herfyri, og sendir sum úrslit av hesum eina áheitan á føroysku stjórnina um at seta meiri pening av til tiltøk at betra um sálarheilsu.
- Tiltøk mugu raðfestast í mun til sálarheilsu og fyribyrging av sálarsjúku. Enn er gjógvin millum tað, vit vita gagnar og tað, sum verður gjørt, ov stór, skrivar felagið í einum skrivi til løgmann, Heilsu- og innlendismálaráðið, Almannamálaráðið, Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið.
Sambært WHO eru útreiðslurnar knýttar at tunglyndi í Evropa, yvir 1.000 milliardir krónur ella eina billión. Mett verður, at ein triðingur av hesum eru útreiðslur, sum heilsuverkið má rinda.
Norðurlendsku sálarfrøðingar siga, at hetta eru útreiðslur, sum minkast kann um, um meiri verður gjørt við fyribyrging. Teir siga, at um vit ynskja at møta komandi avbjóðingum, mugu vit seta meiri pening av til fyribyrging, eins og atkomumøguleikar til sálafrøðiligar tænastur og gransking.










