Í døgunum, 14.-15. mars, verður størsta sálarfrøðiliga tiltak higartil í Føroyum. Tiltakið, sum verður á Hotel Føroyum, er ein sálarfrøðiligur fakfestivalur, ið er viðkomandi fyri øll, sum á einhvønn hátt arbeiða við menniskjum ella hava áhuga fyri menniskjaligum og organisatoriskum viðurskiftum.
- Fakfestivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á sálarfrøðiligt margfeldni, og vit vóna at veita øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur. Sum tað liggur í heitinum, verður tiltakið skipað sum ein festivalur við tað, at luttakarar fáa høvi til at seta sína egnu skrá saman.
Stýrisbólkurin fyri Sálarfrøðiligan Fakfestival vísir á, at í dag arbeiða sálarfrøðingar á øllum økjum samfelagsins og við sera ymiskum uppgávum og innan ólík arbeiðsøki.
- Festivalurin kann tí síggjast sum eitt sjálvtøkuborð, har tú velur tað, sum hóskar best til tín. Fimm umboðandi breytir verða, 1) Børn og Ung, 2) Arbeiðs-og Organisatiónssálarfrøði, 3) Læring og Menning, 4) Klinisk Sálarfrøði og 5) Viðgerð og Likam og Sál. Aftrat hesum verða eisini felags framløgur.
Stýrisbólkurin sigur, at hetta vil tryggja, at ein og hvør fær møguleika at velja okkurt, sum passar til teirra arbeiðs-ella áhugaøki.
Seinasta freist at keypa atgongumerki til tiltakið er 18. februar. Hetta kann gerast við at senda tilmeldingarlepa við kvittan fyri inngjald til Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, Tórsgøta 17, Tórshavn.
Til ber eisini at senda teldupost til fakfestival@psykolog.fo