Sølan tykist at hava rakt loftið

Hóast Gekkurin í løtuni er methøgur, so tykist, at hann hevur trupult at halda fast í áhuganum hjá føroyingum. Eftir at sølan av Gekkum minkaði í síðstu viku, stendur hon nú í stað.

- Sølan lá á sama støði sum í síðstu viku, tá umleið 33.000 seðlar blivu seldir, upplýsir Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarstjóri í Kringvarpinum, um søluna av Gekkum í síðstu viku.

Sostatt er greitt, at hóast vinningurin er størri enn nakrantíð áður, so tykist sølan av Gekkum at hava rakt eitt loft. Metið av seldum Gekkum í hesum umfari bleiv sett fyri trimum vikum síðan, tá 36.000 seðlar blivu seldir. Fyri tveimum vikum síðan fall sølan síðan við umleið 3.000 seðlum og í síðstu viku stóð hon so í stað.

Tað er tó sæð fyrr, at hvørja ferð Gekkurin rundar eina millión, so veksur sølan munandi. Í Kringvarpinum eru tey tó nøgd við verandi sølutøl.

- Tað er ikki vist, at vit síggja nakran vøkstur í søluni, men tað verður spennandi at síggja, um tríggjar milliónir fer at gera ein mun. Men tað er gott, at vit selja yvir 30.000 gekkar og vit vænta ikki sum so, at vit selja fleiri enn tað, sigur Jákupa Mikkelsen.

Komandi fríggjakvøld er Gekkurin 3 milliónir krónur. Tað er 800.000 krónur hægri enn gamla metið frá 14. apríl 2016, tá ein heppin føroyingur vann 2,2 milliónir krónur í Gekkinum.