Gamalt er, at súlan kemur á pálsmessu.
Pálsmessa var í gjár, men tá vit ringdu til Mykinesar í gjár og prátaðu við Katrinu Johannesen, høvdu tey onga súlu sæð. Tey ætlaðu tó at fara ein túr seinni at hyggja, tí tað eru tey von at gera.
Annars hevur veðrið nógv at siga, um súlan kemur áðrenn ella aftan á tann 25. januar.
Ofta nógvir mans
Farið verður eftir súlu í september.
Ofta hevur verið kjakast um eigaraviðurskiftini í Mykinesi. Ført hevur verið fram, at fólk eiga jørð, sum ikki búgva í oynni.
Í Mykinesi siga tey, at 24 mans verða bidnir eftir jørðini, sum teir eiga. Men ofta eru fleiri við. Kanska eini 40, og teir fáa vanliga eisini part.