Eftir klokkan 16 í dag er tað bert á Kunningarstovuni í Havn, at fólk kunnu keypa atgongumerki til konsertina við Bryan Adams Enn er ikki heilt útselt, men tað gongur tann vegin.
Tað eru boðini frá fyrireikarunum til konsertina við Bryan Adams, sum verður á Tórsvølli í morgin.
Forsølan hevur gingið fyri seg á Kunningarstovunum kring landið, og hendan endar í dag.
Klokkan 16 verður nevnliga stongt fyri forsøluni á Kunningarstovunum í Klaksvík, Vági og Runavík. Eru nøkur atgongumerki eftir, verða hesi send til Havnar, har Kunningarstovan eisini selur atgongumerki mikudagin.