FISKASØLA
Ongantíð áður er so lítil partur av feskfiskaveiðuni endaður á flekiborðunum. Í fjør varð góður triðingur av veiðuni av feskum toski, upsa og hýsu seldur av landinum sum ísaður fiskur. Tað vísa nýggjastu veiðihagtølini í Hagtíðindum.
Feskfiskaskipini førdu um 105 000 tons av toski, hýsu og upsa til lands í fjør. Ein triðingur ? ella góð 35000 tons ? vórðu annaðhvørt avreidd uttanlands ella útflutt óviðgjørd. Vit skulu aftur til 1996 fyri at finna tøl sum eru nærhendis hesum. Tá fóru 21 000 tons ? ella 32% óvirkað av landinum.
Mest hýsa
Serliga er tað fesk hýsa, sum í stórari nøgd verður seld, uttan at verða góðska her heima.
Av 25 000 tonsum av feskari hýsu, vórðu 20 000 tons avreidd í Føroyum, men helvtin varð seld beinleiðis víðari til útlendskar keyparar. Við hýsuni, sum varð avreidd uttanlands, vórðu til samans
15 000 tons av feskari hýsu seld útlendingum óvirkað.
Tað er næstan 60 prosent, og meira enn dupult so nógv, sum tað ið fór av landinum óvirkað í 2000.
Upsi og toskur
Útlendingar keyptu eisini ein góðan fjórðing ? 26% - av feska upsanum í fjør. Ein fimtipartur varð avreiddur uttanlands, meðan føroyskir fiskakeyparar seldu ein minni part víðari.
Fyri trimum árum síðani vórðu 96% av feska upsanum virkaði á flakavirkjunum, meðan einans 4% vórðu seld óvirkað.
Eisini ein fjórðingur av toskinum fer óvirkaður av landinum ? 23 %. Hetta er eitt sindur minni enn í fjør.
Betri prísur lokkar
Tað er serliga tá meira fæst fyri fiskin í skotskum, donskum og øðrum havnum, enn í Føroyum, at meira fiskur fer óviðgjørdur av landinum. Hagtølini vísa, at fyri tosk og hýsu er heilt greiður samanhangur ímillum, hvussu stórur munur er á prísinum uttanlands og í Føroyum, og hvussu stórur partur av fiskinum verður útfluttur óvirkaður.