Umboð fyri Javna vitjar Rás2 í morgin. Ígjár byrjaði sølan av árskalendarum hjá felagnum Javni. Anna D. Háberg frá Javna vitjar í Rásarúminum hjá Rás2 í morgin kl. 10. Umframt at fortelja um álmanakkan hjá Javna, so fer Anna D. Háberg eisini at koma við nøkrum hjartasuffum og góðum ráðum til tey, sum koma at ráða fyri borgum í teimum ymisku býráðunum og bygdarráðunum, sum skulu veljast kring landið týsdagin.