Í gjár gjørdi Neymar Barcelona greitt, at hann vil sleppa til PSG, sum er sinnað at gjalda fríkeypsklausulin upp á 1,6 milliardir krónur. Í dag hevur La Liga, sum rekur bestu deildina í Spania, steðgað søluni, tí illgruni er um fíggjarliga doping.
Les eisini: Tvær milliardir fyri Neymar
- Vit kunnu vátta, at sakførar hjá spælaranum hava verið og roynt at keypt hann leysan, men La Liga hevur noktað at taka móti pengunum. Tað er alt, sum vit kunnu siga nú, stendur í tíðindaskrivi frá La Liga.
Allir spælarar í Spania hava eina fríkeypsklausul, sum felagið skal góðtaka. Í hesum førinum skal La Liga síggja, at keypandi felagið hevur pengarnar, sum skulu til fyri at keypa spælaran leysan.
Altjóða miðlar siga, at orsøkin er, at La Liga vil hava UEFA at hyggja nærri at fíggjarætlanini hjá franska Paris Saint-Germain. UEFA hevur fyri nøkrum árum síðani sett í gyldu reglugerð, sum skal tryggja, at feløg ikki verða rikið við undirskotið á ítróttarliga partinum.
Nú vil bæði La Liga og Barcelona vita, hvussu PSG kann halda sær innanfyri reglugerðina og samstundis gjalda 1,6 milliard krónur fyri ein spælara. Tað er næstan tvífalt so nógv, sum metið higartil, tá Manchester United keypti Paul Pogba frá Juventus.
Les eisini: Hetta kundu vit fingið fyri Neymar
Viðmerkjarar meta ikki, at La Liga í longdini kemur at forkoma søluni av Neymar til PSG, men at keypið verður gjøgnumført í summar.