Sølan av nýggjum akførum er munandi minni í ár, enn hon var í fjør.
Í oktober 2007 vórðu 154 nýggir persónbilar seldir í mun til 67 bilar í oktober 2008, ein minking upp á 87 prosent. Samlaða sølan av persónbilum frá januar til og við oktober er minkað við 431 bilum, frá 1574 til 1143, ein munking upp á 27,38 prosent.
Sølan av motorsúkklum í ár er minkað við 64 prosentum. Eisini sæst at sølan av vørubilum er minkað við 77 prosentum fyrstu 10 mánaðirnar av árinum.
Kelda: Akstovan