Akstovan sendir hvønn mánað út tíðindaskriv við hagtølum yvir skráseting av nýggjum akførum. Nú fingu vit so hagtølini fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør.
Tølini vísa, at fyrstu fimm mánaðirnar í ár vóru seldar 137 motorsúkklur í mun til tríggjar í fjør. Bara í mai mánað vóru seldar 55 motorsúkklur. Men sølan av prutlum er næstan hálverað við 84 prutlum í mun til 164 í fjør.
Sølan av persónbilum er eisini vaksin nógv. Við 724 bilum í mun til 561 í fjør er hetta ein vøkstur upp á næstan 30 prosent. Sølan av hýruvognum er eisini vaksin við 17 í mun til bert tveir í fjør. 14 kampingvognar eru seldir í ár.