Sølan av gomlu Norrönu komin undir land

Gamla Norröna verður helst handað nýggjum eigarum um fáar vikur

? Vit eru komin ásamt við keyparan um høvuðstreytirnar, sum vit tó ikki fara at almannakunngera, sigur Jóannes á Váli, stjóri á Smyril Line.
Í Sosialinum týsdagin greiddi Óli Hammer, stjóri á Smyril Line frá, at eitt skipafelag við Miðarahavið var áhugað í at keypa gomlu Norrönu. Óli Hammer vísti eisini á, at hann trúði upp á tað hesaferð, tí keypararnir vóru rættuliga ídnir eftir at fáa skipið.
Søluprísin vildi Óli Hammer ikki upplýsa ? uttan tað, at hann liggur undir tí, sum Smyril Line helst vildi hava fyri skipið.
Í tíðidnaskrivi í gjár segði Jóannes á Váli, at sølusáttmálin møguliga varð undirskrivaður í gjár, men sambært Óla Hammer, stjóra, gongur tað neyvan so skjótt.
Um alt fellir upp á pláss, verður gamla Norröna væntandi handað nýggju eigarunum millum 5. og 16. apríl