Fyrsta FM-heitið hjá Havnar Róðrarfelag gerst helst veruleiki, tá dreinjaróðurin verður í Miðvági. Tað tykist vera púrasta ivaleyst, eftir at Sílið aftur leygardagin svam fyrstur um málið.
Sílið hevði longu í startspurtinum hug at svimja undan hinum, hóast onkur hevði hug at hanga uppií – eitt nú Strálan av Strondum. Og síðani var tað bara ein spurningur, hvussu tryggur og sannførandi sigurin hjá Sílinum skuldi verða.
Havfrúgvin var aftur hesa ferð næstfremst. Eina løtu høvdu teir á Junkaranum hug at bjóða av, men so spentu teir á vestmannabátinum í aftur, og á málinum var eingin ivi. Sílið var eina bátslongd frammanfyri Havfrúnna, sum var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Junkaran.
Um fjórða plássið var tøtt kapping millum Tjaldrið, Snípuna og Katlu.
Mynd: Sílið
Gullmerkini floyma yvir Sílið, sum higar til hevur vunnið allar sínar róðrar
Mynd: Jens Kristian Vang