Sól og summar í Sandavági

Sætti og næstsíðsti FM kappróðurin verður á Vestanstevnu í Sandavági seinnapartin í dag.

Vánirnar fyri góðum róðrarlíkindum tykjast at vera heilt góðar.

Sambært veðurforsøgnini hjá DMI, so verður rættuligt summarveður í Vágum seinnapartin. Tað verður turt, heiður himin og sól, og hitin verður 12-13 stig. Hann verður høgur í ættini, og miðal vindferðin verður minni enn fimm metrar um sekundið.

 

Alt bendir á, at Tjaldrið við dreingjamanning, Gongurólvur við kvinnumanning og Argjabáturin í dag fara at vinna FM.

Í hinum fýra FM kappingunum er rættuliga javnt.

Frúgvin (32 stig) úr Miðvági og Erla Kongsdóttir (33 stig) úr Fuglafirði stríðast um FM í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum, í kappingini millum 5-mannafør við gentum eru tað Firvaldur (31 stig) av Tvøroyri og Jallurin (31 stig) hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn, sum kappast, og í kappingini millum 6-mannafør við monnum eru tað Riddarin (33 stig) úr Miðvági og Tvørabáturin (32 stig), sum so at siga liggja borð um borð.

 

Ivaleyst er áhugin eina størstur fyri tøttu og eirindarleysu kappingini millum 10-mannaførini. Klaksvíkingur hevur 33 stig og Eysturoyingur 32 stig. Á Varmakeldu fyri einari viku síðani var munurin ógvuliga lítil. Tíðin hjá Klaksvíkingi var 8.48.01, og tíðin hjá Eysturoyingi var 8.48.09.

Í dag fer bara at verða kappast á 1000 metra málinum.

Barnaróðrarnir eru á skránni kl. 13, og fyrsta startskotið í FM kappróðrunum verður kl. 15.