Sól og nakað av regni á Summarfestivalinum

Hósdagin byrjar Summarfestivalurin og tað merkir, at tey eru nógv, sum nú hyggja dúgliga á heimasíðurnar hjá veðurstovunum um, hvat er í væntu. 

 

 

Og tað sær út til, at tað verður hampiligt veður, tó tað ikki verður turt nakran dag, sum nú sær út. Hósdagin sigur hann frá gul til stívt andøvsgul av suðri, 5- 10 m/s. Tíðliga upp á dagin verður turt við nakað av sól, seinni verður skíggjað og at enda regn av vestri. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig. 

 

 

Fríggjadagin sigur hann somuleiðis gul til stívt andøvsgul av suðri, 5-10 m/s. Seinni veksur hann vindin til andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s. Tað verður skíggjað og regn, og seinnapartin verður klárari í veðrinum við einstøkum ælum. Hitin um 12 stig um dagin, um kvøldið millum 7 og 10 stig.

 

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og seinni av vestri, 8-13 m/s. Tað verður ælaveður men eisini er møguleiki fyri sól. Hitin millum 9 og 13 stig. Tað er tó nógv, sum kann broytast í forsøgnunum komandi dagarnar.