Petur Prent man vera ein av teimum mest trúgvu framsýnarunum í Smiðjuni í Lítluvík hesi mongu seinastu árini. Komandi dagarnar verða hann og listaverk hansara aftur at síggja inni í tí hugnaligu og fjálgu smiðjuni í miðbýar-hjartan-um. Við ikki færri enn 32 listaverkum bjóðar Petur okkum at síggja sól og brim, mánalýsi, Hoyvíkina, Gásadal og Gøtu sand soleiðis sum sum listamaðurin sjálvur hevur upplivað tað. Talan er um 10 tekningar og 22 oljumálningar. Øll verkini eru gjørd í hesum árinum. Framsýningin er opin frá 25. til 28. oktober allar dagar frá klokkan 15 til 19.