Veðurlagsbroytingar kunnu á ymiskan hátt ávirka lívið á jørðini, bæði hjá menniskjum og dýrum ? uppi á landi, í luftini og í havinum
Onkur fer kanska at hava tað betri, men sum heild eru broytingarnar negativar.
Tá veðurlagsbroytingar í størstan mun stava frá dálking av umhvørvinum, sigur tað seg sjálvt, at vit heldur ikki kunnu fegnast um okkurt, sum kanska í fyrstu syfti kann tykjast betri.
Granskarar meta, at vit fara at síggja lítlan kava um okkara leiðir um eini 20-25 ár - og so sigur onkur, sum ikki torgar kava, tí viðkomandi ikki torir at koyra bil í kava, at ?spell, eg ikki var fødd 25 ár seinni? ?
Onnur elska, ta ið kalt og kavi er um veturin, tí soleiðis eigur tað at verða, siga tey.
Vit eru so ymisk? og tó.
Tað er hetta, sum ger lívið so litríkt, forvitnisligt og spennandi.
Í Svøríki siga tey, at sílini í onkrum av teimum stóru innsjógvunum eru munandi fækkaði. Sjógvurin er vorðin heitari, og sílini eru tískil farin at gýta á hávetri, tá ið eingin føði er at heinta.
Tí minkar stovnurin av sílum ?drastiskt?, sum sviar taka til.
Menniskjan dálkar, og vit føroyingar eru ikki aftarliga í røðini.