Sæl eru tey líkasælu

Hans Mols Mortensen
----

Teir bítast sum hundar um piðaðu bein,
trúboðari klandrast við prest,
teir togast um bókstavar,
gloymt hava Krist og boðið,
at elska hvønn annan fyrst.
Hvør sær kennir sannleikan best.
Sum ryssa hjá deyðum fyli man
fjøldin í ørviti gána á hann,
sum rópar og dømir mest,
og hann vinnur fátæku sálir flest',
sum kennir fanan og helviti best,
sum bannsetur frígging, dans, kortspæl og vín,
og sjálvan seg ger til eitt viðvent svín.

Poul F. Joensen

Um man hevur í huga, at tað sigst, at Jesus úr Nasaret einaferð segði, at hann ikki var komin at bera frið til jarðar, men svørð, er tað møguliga ikki so undarligt, at kristindómur skapar split og ósemju allastaðni, har hann ger um seg.
Tí eri eg glaður fyri at liva í einum heimsparti, har átrúnaðarligt stríð sum oftast einans umfatar tey trúgvandi, og, ikki minst, í einum tíðarskeiði, har átrúnaðarligir myndugleikar ikki longur hava heimild at ráða uttanfyri kirkjumúrarnar. Vit, ið velja ikki at luttaka, sleppa tó ikki heilt undan, tí átrúnaðarligu ósemjurnar bresta ofta teirra geirar, og, við góðari hjálp frá fjølmiðlunum, troka tær seg inn í almenna rúmið.
Feskasta útbrotið av kristnum klandri í Føroyum kyndi Sjúrður Højgaard upp undir, tá hann við ársbyrjan legði í vaðið við aftur at tala at ógudiligum siðloysi í Føroyum. Hesuferð varð harðmælti trúboðarin í Rituvík ikki í øðini inn á hjúnarskilnað ella barnadóp, men inn á sóknarprestin í Fuglafirði, Anne Mette Greve Klemensen, ið “blástemplar sodomi”, sum trúboðarin orðar seg.
At síggja til ljóðar hetta ikki serliga sannlíkt, at ein føroyskur prestur hevur reist seg upp á prædikustólin at viðmæla sodomi fyri dýrdarfullu kirkjufólkunum í Fuglafirði. Um so var høvdu føroysku kirkjurnar helst verið nakað væl fylri, og hevði hetta undir øllum umstøðum verði ein so mikið framúrskarandi hending í føroyskari kirkjusøgu, at nóg mikið av skelkaðum yvirskriftum høvdu uppstaðið - uttan nakra neyðuga umrøðu frá rituvíkinginum.
Sjálvsagt, eg havi annað at takast við, og troli tí ikki miðlarnar eftir prædikum hjá frísinnaðum prestum, sum Harra Højgaard tykist gera, og tískil kann eg ikki siga hetta við vissu. Men helst stendst hansara øði av eini røðu, ið pastor Klemensen helt á Føroya Fólkaháskúla á ólavsøku, har hon segði eitthvørt jaligt um rættindi teirra samkyndu.
Hetta gongur sjálvsagt ikki í hugaheimi Højgaards, og grundgevingarnar eru tey vanligu bíbilsku skriftstøðini. Her hugsi eg serliga um brøvini hjá Paulusi, og sum ein rættur Paulinari vendir Højgaard sær beinleiðis til kirkjufólkini í Fuglafirði, og býður teimum at blaka "sataniska prestin" út, um tey vilja sleppa undan ævigari glatan og Helvitis eldi osfr. – tann vanliga svadan.
Sjúrður Højgaard er eitt gott dømi um, hvussu veruleikin altíð er stuttligari enn satira, men Fólkakirkjan kann illani skúgva Harra Højgaard til viks sum ein láturligan serling. Kirkjan
hevur jú sjálv sátt lendið fyri bíbilskum ørvitisknokkum við at hýsa prestum sum Peter O. K. Olofson og Mogens Thilsted Christensen, ið sjálvsagt eru komiskir uppá teirra egna hátt, men sum eisini prógva, at menn sum Sjúrður Højgaard ikki spretta upp úr ongum.
Tað einasta áhugaverda í hesum máli er sjálvur upprunin til útspillandi orðini hjá Højgaard, hvørji rættindi teirra samkyndu skulu verða í Føroyum, og hvussu hesi samsvara við kristnu læruna. Men tá fjølmiðlarnir høvdu handfarið hetta málið, bleiv tað tíverri lagt fram sum ein spurningur um talufrælsi hjá einum trúboðara mótvegis rættinum hjá einum presti at virka í friði. Sostatt bleiv ein falskur trupulleiki uppstillaður, og kjarnan í eini áhugaverdari søgu bleiv ikki tikin uppá tungu.
Kirkjan og hennara prestar sigast at vera veðhaldarar og skiparar fyri rættari livsførslu, og tí høvdu fjølmiðlarnir her ein gyltan møguleika at tvinga nakrar greiðar útsøgnir frá teimum, ið fáa almennar pengar fyri at framleggja Guðs órannsakandi vilja. Tó, kjakið bleiv heldur vent til nakað so óáhugavert sum ljótt málbrúk og særdar kenslur. Hetta førdi til eitt kjak um eitt brot úr Jóhannesar Opinbering, og um hetta kundi uppfatast sum ein persónshóttan ímóti Fuglafjarðarpresti. Fyri at avgera hendan absurda spurningin helt Kringvarpið tað vera passandi at tilkalla Føroya bisp.
Eitt óhóskandi høvi at práta við Jógvan Fríðriksson, tí tað hevur ikki verið siður síðan svartastu miðøld at heita á bispar fyri at greina løgfrøðiligar spurningar. Heldur skuldi bispur sloppið at svarað nøkrum greiðum spurningum um, hvørt tað er rætt og kristiligt, sum Sjúrður Højgaard sigur um tey samkyndu.
Hetta, tí forsprákarar kristindómsins hava verið meginorsøkin til ta ólukku, sum hevur fingið samkyndar føroyingar at kenna seg óynsktar í teirra egna landi, hugsi eg, at tey samkyndu allarhelst høvdu lurtað við stórum áhuga, um bispur meldaði greitt út: Hoyra tey samkyndu eisini til í Føroyum, og er tað ókristiligt, um ein prestur er so mikið vinarliga sinnaður mótvegis teimum fáu menniskjunum, ið frá Skaparans hond eru samkynd, at hon heldur, at tey eisini skulu verða givin ávís rættindi í samfelagum? Men hesir spurningar liggja framvegis víðopnir.
Tað er sjálvsagt ikki ábyrgdin hjá tíðindafólkum at hjálpa prestum í teirra kalli. Tíverri, í hesum føri, tí nøkur manandi orð frá einum spunasmiði høvdu møguliga komið væl við hjá føroysku klerkastættini. Formanni teirra, Theodor Eli Dam Olsen, kom ikki í huga at siga nakað um avgerðina hjá pastor Klemensen at verja tey samkyndu, men segði einans seg stuðla hennara avgerð at melda ein geylandi býttling úr Rituvík.
Tí má harðasta ákæran reisast móti teimum prestunum, ið ikki traðkaðu fram fyri at stuðla teirra starvsfelaga í Fuglafirði – hetta vil siga allir prestar í Føroya landi. Eingin teirra søgdu eitt kis, tá pastor Klemensen lá undir fúlum ákærum og tilsvíningum. Hvat bleiv av orðunum hjá Prædikaranum: at tiga hevur sína tíð, og at tala hevur sína tíð? Var tíðin ikki komin at tala at? Eg kann sjálvsagt ikki tosa fyri klerkar, men um ein kvinna verður rópt bæði hora og forsprákari Satans, so átti einhvør riddarligur harri at reiðuliga reiggjað sínum orðabrandi fyri at verja hana!
Men teir frómu pastorarnir vóru ikki bert spaklyntir, teir vóru púra tigandi. Hetta er spell, tí seinnu árini eru óvanliga nógvir ungir prestar settir í starv í Fólkakirkjuni, og hetta hevur givið nógvum fólkum, ið eru ótólin eftir einari hugburðsbroyting í Fólkakirkjuni, eina vón um, at Kirkjan verður førkað í eina meiri hóvliga og nútímans kós.
Tað letur til, at hetta unga ættarliðið av føroyskum prestum ikki at hava nakran áhuga fyri at bróta upp úr nýggjum. Teir ganga beint í sporunum á teirra steinrunnu undangongumonnum og siga einki, tá ein av teirra egnu verður álopin fyri at tosa fyri tí sakini, ið teir sjálvir vilja tykjast at vera fyri, men sum teir ikki sjálvir hava dirvi at tosa fyri. Skomm fáið teir!
Kanska er hetta ættarliðið av ungum prestum longu stadnað í líkasælunnar stoypiformi, ið dølska klerkastættin leingi hevur fyrireikað teimum. Gaman í, mín egna áskoðan, at tað er fræls hugsan og skynsemi, ið fremur moralska framgongd, og kirkjurnar renna bert í hølunum á teimum, ið slóða vegin, virkar helst best uttan pastorala uppílegging. Sjálvstøðuga hugsan hava kirkjurnar altíð frárátt, og hetta átti pastor Klemensen at lagt sær í huga. Hetta, og manglandi stuðulin frá hennara starvsfelagum, leggur upp til, at næstu ferð hon ætlar sær at taka boðið um næstrakærleika í álvara, hevði tað møguliga verði best at gjørt tað uttanfyri kirkjukarmarnar.
Humanisktisku mannarættindini tryggja trúðarfrælsið og talufrælsið hjá øllum, men so leingi Fólkakirkjan og hennara prestar verða goldnir úr Landskassanum, kann mismunur ikki gerast mótvegis samkyndum – og heldur ikki mótvegis kvinnum. Um einstøk trúgvandi ikki kunna góðtaka hetta, stendur tað teimum frítt at taka teirra trongskygdu og haturfullu meiningar við sær til onkra av teimum mongu frísamkomunum, ið helst eru meira tolsamar mótvegis teimum ótolsomu.
Tíðin er komin, at Fólkakirkjan søkir burtur frá føroysku tøgnmentanini, og vísir av sær væl betur dygdir, enn undirritaði metur hana hava. Um man tekur hædd fyri søgu, kristnari gudfrøði og tí, ið stendur skrivað í Bíbliuni viðvíkjandi samkyndleika, kann man ikki ganga út frá, at Fólkakirkjan er í parti við teimum klárskygdu moralsku áskoðanum, ið bólkar sum LGBT Føroyar ganga inn fyri.
Ikki fyrr enn hesin veruleiki er rokkin, verður Fólkakirkjan møguliga verd at varðveita. Í øðrum lagi finst ein snøggari loysn: At avtaka Fólkakirkjuna og lata trúðarlívsins trupulleikar upp til tey, ið sjálvi vilja gjalda fyri tílíkt. Friður verði við teimum, um so verður.
hans.mols.mortensen@icloud.com