Søkt við ringum tannabiti

Íslendski fiski- og landbúnaðarmálaráðharrin, Jón Bjarnason, viðgekk á aðalfundi í íslendska reiðarafelagnum fyrr í vikuni, at tað var við ringum tannabiti, at hann hevði tikið undir við, at Ísland skuldi søkja um limaskap í ES.

Hann segði millum annað, at í samráðingunum við ES verður fiskivinnan eitt av teimum allarfyrstu málunum, tí hon skal ikki bíða til endan, segði hann.

Formaðurin í reiðarafelagnum, Adolf Guðmundsson, segði á aðalfundinum, at reiðarafelagið heldur fast um, at íslendingar skulu hava alt ræðið á sínum fiskiríkidømi, bæði egnum og ferðandi stovnum.