Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, váttar fyri blaðnum, at privatpersónur hevur søkt kommununa um øki til byggjan av bowlinghøll, og sambært býararkitektinum, Tórálvi Weihe, er talan um grundøki á Ídnaðarøkinum við Velbastaðvegin.
Tórálvur Weihe sigur fyri blaðnum, at viðkomandi umsøkjari hevur fingið at vita, at hann kann leggja bowlinghøllina í hesum øki við ávísum treytum, og tá tær eru gingnar á møti, kann konkret umssókn sendast um byggiloyvi.
Bowlinghallir fyrr
Grannarnir úti við í Stiðjagøtu eru spurdir um ætlanirnar at byggja bowlinghøll, og har er alt í lagi frá teirra síðu, sambært býararkitektinum, men enn verður einki sagt um, hvør tað er sum skal byggja bowlinghøllina úti við Velbastaðvegin.
Í 60-unum og 70-unum vóru bowlinghallir í Havn. Gamla Spinnaríið á Argjum var bowlinghøll síðst í 60-unum og nakað inn í 70-árini, og seinni var ovasta hædd á Málingahandlinum eisini brúkt til endamálið.