SÍ koppaði Fleyr

Sørvágskvinnur vóru tær drúgvaru, tá finalan í kappingini hjá Mjølnir í gjár var millum SÍ og Fleyr. SÍ skal tí í steypafinaluna ímóti Mjølni

– Hetta er fantastiskt og vit gleða okk­um til at spæla steypafinalu ímóti Mjølni.
Tað sigur ein av royndastu spæl­arunum hjá SÍ, Karin Mikkelsen, eftir at kvinnurnar úr Sørvági í gjár við einum 3-1 sigri settu Fleyr upp á pláss í kvinnufinaluni í BankNordik-kappingini, sum Mjølnir skipaði fyri um vikuskiftið.
Undan kappingini í Klaksvík hevði SÍ tryggjað sær eitt hálvt at­gongumerki til steypafinaluna, tí SÍ vann Fleyr-kappingina, sum var í Havn í heyst, so eftir sigurin í gjár var eingin ivi. Í finaluni skal SÍ spæla ímóti Mjølni, sum herfyri tryggjaði sær pláss í steypafinaluni sum oddalið eftir fyrsta triðingin av kappingini í Eik-liguni.
– Kappingin í vetur er annars ikki serliga spennandi, tí vit eru bara hesi trý liðini, sum kappast heilt har frammi, so tað er ikki altíð so motiverandi. Mjølnir, Fleyr og vit eru so mikið framman fyri hini lið­ini, at nógvir av dystunum ímóti lægru liðunum eru lítið verdir, sigur Karin Mikkelsen.
– Ikki tí, vit í SÍ hava fingið tikið okkum fram og spæla betur og betur. Vit hava jú havt nokk so stóra útskifting á liðnum, og tað tekur altíð eina tíð at spæla nýtt fólk inn á liðið. Men nú byrjar at líkj­ast hjá okkum.
Í finaluni í gjár byrjaði Fleyr ann­ars nógv betur og vann fyrsta sett 25-13. Í øðrum setti var SÍ nøkur stig frammanfyri, men so fór Fleyr at nærk­ast og endin gjørdist øgiliga spenn­andi, tí settið endaði heili 29-27 til SÍ. Hetta gav sørvágskvinnum vind í seglini, so tær eisini tóku tey bæði næstu settini, 25-22 og 25-18, og endaðu við at vinna dystin 3-1.
– Vit plaga at hava gott tak á Fleyr, og finalan hesa ferð var einki undantak. Meira krevst nokk av okkum, tá vit skulu spæla ímóti Mjølni í steypafinaluni, tí í teimum dystunum hevur ikki gingist so væl í vetur, hóast munurin ikki hevur verið so nógvir bóltar, sigur Karin Mikkelsen.