Sóknast eftir heilsukanning

Grønlandsnevndin hjá Fólkatinginum vil nú hava at vita frá Jakob Axel Nielsen, heilsumálaráðharra, hvussu tað gongur við málinum um at kanna heilsuna hjá fólkinum í Avanersuaq-økinum í Grønlandi. Kanningin skal staðfesta, um fólk hava verið fyri geislavirknum strálum í sambandi við óhappið, tá eitt amerikanskt flogfar datt niður í 1968. Fýra brintbumbur vóru í flogfarinum, og enn tann dag í tað óvistt, um allar fýra blivu funnar aftur, ella um bara tríggjar blivu tiknar upp og sendar til USA.