Í samband við at filmur verður gjørdur um Nýggjárshaldið í Vági, sóknast Nýggjársnevndin eftir gomlum filmsupptøkum og myndum frá Nýggjárshaldinum í Vági.
Filmsupptøkur og myndir kunnu verða frá øllum, sum hevur við nýggjárshaldið at gera, bæði faklagonga, bál, fýrverk, og ikki minst frá nýggjársveitsluni og øllum tí, sum har hoyrdi til, skrivar Suðurrás.
Tað er Uni Arge, ið ger filmin, saman við fotografinum Hans Petur Hansen.
Myndin omanfyri er frá nýggjárshaldi í Vági 1972-73.