Reyði krossur í Føroyum er nú aftur farin at sóknast eftir uppskotum til Ársins fyrstuhjálpara.
Reyði krossur í Føroyum letur á hvørjum ári heiðursbræv til ein ella fleiri, sum í farna árinum á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
Fyri 2019 vóru ikki færri enn fýra fólk, ið fingu heiðurin sum ársins fyrstuhjálparar.
– Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast, sigur Reyði krossur, sum letur bæði heiðursbræv og peningagávu frá Betri til vinnaran.
Reyði krossur heitir tí á fólk um at senda inn uppskot teirra til Ársins fyrstuhjálpara 2020, ið verður kosin mikudagin 3. februar í 2021.