Súkklustríðið avgerast í dag

Føroyska liðið fær við vissu sivlur fyri landavegssúkklingina. Spurningurin er, hvørt hetta kann broytast til gull

Kæra er send inn um súkklararnar, sum stungu av frá feltinum í landavegskoyringini, longu áðrenn neutrali starturin var liðugur. Tað er ikki loyvt at koyra undan feltinum á hesum, men hóast hetta varð gjørt, so fekk tað ongar avleiðingar. Tvørturímóti, so vórðu somu súkklarar væl løntir, tá teir fingu 2,40 minuttir til góðar, tá nýggjur startur mátti avgreiðast.

Og hetta hevur fingið øði í. Súkklukappingin sjálv var liðug týsdagin, men ikki fyrr enn mikukvøldið komu úrslitini út. Og hesi eru altso ikki meira rættvísandi enn so, at tey enn kunnu broytast.

Fær kæran viðhald, so hevur tað stórar avleiðingar fyri føroyska liðið. Føroyska liðið liggur í løtuni á einum flottum silvurplássi, men fær kæran ta avleiðing, at tveir súkklarar verða útblakaðir, so broytist hetta til gull. Í løtuni eru Bogi Kristiansen, Gunnar Dahl-Olsen og Torkil Veyhe á ávíkavist 5, 7 og 15 plássi, men tað kann so broytast til 4, 6 og 13 pláss, og tað togar liðið upp til samanlagt gull. Eitt gul, sum – um so verður – verður tað fyrsta hjá føroyskari súkkling í oyggjaleikahøpi.