Súkklulandsliðið úttikið

Um vikuskiftið varð kappast um tey fimm plássini á føroyska oyggjaleikalandsliðnum

Súkkling

Kappast varð í somu greinum, sum verða á Oyggjaleikunum. T.v.s einkultstart, býarkoyring og landavegssúkkling.

Gunnar hinir
Tað varð Gunnar Dahl-Olsen, sum gjørdist stóri vinnarin, tá kappast varð. Á einkultstarinum gjørdist talan um tryggan sigur, men bæði í landavegs- og býarkoyringini gjørdist talan um tættir endaspurtir.
Plássið hjá Gunnari á landsliðnum varð tí at kalla sjálvskrivað, og afturat sær hevur hann fingið eina blanding av bæði royndum og óroyndum. Bogi Kristiansen, sum fyri fýra árum síðani vann bronsu í býarkoyringini, verður aftur hesaferð partur av landsliðnum, og tað sama verður Eli Kristiansen. Hartil eru Christian Guttesen úr Norðdepli og Esmar Joensen av Hvítanesi við.
Venjarar hjá landsliðnum eru Geyr Gilsteinsson, og Gunnar Dahl-Olsen, og teir fara nú við hópinum á venjingarlegu í Danmark. Umframt venjing fer landsliðið á ferðini eisini at taka lut í kappingum í einkultstarti og landavegskoyring.