Súkkling:
Kappast verður leygardagin og, eins og undanfarin ár á Norðoyastevnu, verður kappast í Býarkoyring.
Bæði børn, unglingar og vaksin kappast í hesari kapping, og koyrt verður eitt ávíst tal av umførum, alt eftir hvørjum bólki kappast verður í.
Spenningur verður kanska stórur millum unglingar og vaksnu súkklararnar í ár, nú tað stundar til Oyggjaleikir og Statoil Kring Føroyar.
Eli Christiansen er í góðum formi í ár og kanska fer hann at yvirraska og fara við sigrinum. Men Esmar Joensen hevur fyrr víst styrki í júst Býarkoyring, og roknast kann tí við einari spennandi kapping.
Hjá unglingum er Torkil Veyhe aftur í toppform í ár, men ongin ivi man vera í, at Sigmund Olsson fer at gera honum skarpan gang.
Kappingin er sum sagt fyri bæði gentir og dreingir í øllum bólkum, og heiðursmerkir verða givin til trý tey framstu í hvørjum bólki.
Kappast verður í hesum bólkum:
BólkurFøddSlag
11997 - 1999Børn
21994 - 1996Børn
31991 - 1993Børn
41988 - 1990Ungdómar
51987 og eldriVaksin
Kappingin byrjar kl. 13.30, og er kappingin skipað soleiðis, at tey vaksnu og unglingar súkkla fyrst. Fyrstu børnini súkkla tí umleið kl. 14.30.