Kappast verður á ídnaðarøkinum á Hálsi. Hetta er sami teinur sum kappast hevur verið á seinastu árini á ólavsøku. Startur og mál verður uttanfyri bygningin, sum Fiskimálaráðið húsast í á Heykavegi.
Súkklað verður norður móti Staravegi, til høgru, eystur eftir Staravegi, til høgru, suður eftir Falkavegi, til høgru, vestur eftur Tjaldursvegi og til høgru inn á Heykavegi og yvir á start/mál. Teinurin er umleið 650 m.
Ung og eldri kappast
Kappingin fyri vaksin, vaksin +45 og unglingar byrjar kl 14.45. Hesi skulu súkkla í 45 min + 1 umgang. Vinnarin er so tann sum er fremst eftir hetta tíðarskeið. Bólkarnir ”Vaksin”, ”Vaksin +45” og ”Unglingar” melda til við at senda ein teldupost til sukkling@gmail.com.
Kappingin fyri tey yngru sum eru bólkur 1, 2 og 3 byrjar kl 16.00. Tilmelding er á staðnum frá kl. 15.00. Bólkarnir eru býttir eftir aldri og eru hesir: Bólkur 1: 8 ár og yngri (árg. 2000 og yngri), súkkla umleið 2 km. Bólkur 2: 9-11 ár (árg. ’97 – ’99) súkkla umleið 4 km. Bólkur 3: 12-14 ár (árg. ’94 – ’96) súkkla umleið 6 km. Unglingar: 15-17 ár (’91 – ’93) 45 min. + 1 umgang. Vaksin: 18-44 ár ( árg. ’64 – ’90) 45 min. + 1 umgang. Vaksin + 45 (árg áðrenn ’64) 45 min. + 1 umgang.
Gentur og dreingir hvør sær
Gentur og dreingir kappast í hvør sínum bólki. Fyrireikararnir vóna at síggja nógvar luttakarar til kappingina, og um tað er onkur sum ikki er vanur at luttaka til slíkar kappingar so er hetta kanska rætta kappingin at byrja, av tí at hon verður hildin á einum avmarkaðum øki, og súkklað verður bert í 45 minuttir.