Súkkling á Rás2

Trý umboð fyri Tórshavnar Súkklufelag koma á gátt hjá Rás2 í dag. Hetta verður í tímanum millum 15 og 16. Tosað verður um komandi avbjóðingar, sum eru fyri framman í 2008. Umstøðurnar hjá súkkluítróttini. Og sjálvandi verður eisini nomið við avrik í farnum árum.