Súkklarar til Íslands

Um vikuskiftið fer føroyska súkklulandsliðið at kappast í Íslandi. Hetta er sjeynda árið á rað, at kappast verður um ferðasteyp, sum føroyingar hava vunnið tríggjar ferðir og íslendingar tríggjar ferðir

SÚKKLING

 

Gott vinarlag hevur í fleiri ár verið millum føroyskar og íslendskar súkklarar, og á hvørjum ári eru fleiri kappingar teirra millum, umframt at teir eisini onkuntíð hittast til kappingar aðrastaðni. Um vikuskiftið verður ein av hesum kappingunum, har føroyingar og íslendingar bjóða hvørjumøðrum av.

Kappingin minnir um Statoil Kring Føroyar, tí fleiri teinar eru, og kappast verður um ferðasteyp, sum føroyingar og íslendsingar hava vunnið tríggjar ferðir í part higartil. Hesa ferð er kappingin stytt ein dag, so súkklað verður í kvøld og í morgin. Fyrr hevur sunnudagurin eisini verið við, men hann er tikin burturúr hesa ferð, og í staðin er tvær kappingar í morgin.

Lagt verður fyri í kvøld við tíðarkoyring á einum 20 kilometra teini á Krísuvíkurvegi. Í morgin verður súkklað á Hvalfirði, har koyrt verður tríggjar ferðir runt á einum 20 kilometra teini, áðrenn komið verður á mál. Og seinnapartin í morgin verður so endað við býarkoyring í Vallarhverfi, har súkklað verða 12 umfør í umleið 40 minuttir.

 

Góð manning

Fyriskrivað er í kappingarreglunum, at á hvørjum liði skulu vera seks súkklarar, og at tað eru úrslitini hjá trimum teimum fremstu av teimum, ið telja við í kappingini. Færri súkklarar kunnu eisini vera, men ongantíð færri enn tríggir á hvørjum liði.

Og ikki kann sigast annað, enn at tað er ein góð manning, ið fer at umboða Føroyar. Hjá monnunum eru tað Torkil Veyhe, Guðmundur Joensen, Bogi Kristiansen, Gunnar Dahl-Olsen, Jóhann Brend og Morten Hansen.

Í fjør vann Haffstein Ægir Geirsson kappingina, men væntast kann, at hann hesa ferð fær serstakliga harða mótstøðu frá Torkil Veyhe, sum herfyri vann Statoil Kring Føroyar og annars er sera væl fyri. Í øllum førum kann væntast, at tað verður millum teir báðar, at størsta einstaklingakappingin fer at standa.

Hjá kvinnunum er Súsanna Skylv Sørensen einasta føroyska umboðið, men hon er í toppformi og hevur júst vunnið danska meistaraheitið í hálvum Ironman. Hon vann kappingina í Íslandi í fjør og er tí favorittur til at vinna aftur hesa ferð.