Í kvøld klokkan 18 er ein 45 kilometra langur einkultstartur á skránni frá Kollafirði norður ímóti Ljósá, har súkklararnir venda og súkkla aftur til Kollafjarðar. Og í morgin klokkan 14 verður landavegssúkkling úr Havn og norður til Hvalvíkar og Streymnesar, har vent verður og súkklað aftur til Havnar, har málið er við Plantusøluna í Hoydølum.
Eftir kappingina í morgin verður avgerð tikin um, hvørji fimm mannfólk og trý konufólk sleppa við til Isle of Wight í summar.
Tað er danskarin, Jacob Agger Troelsen, sum saman við Gunnari Dahl-Olsen stendur fyri venjingini av føroysku súkklarunum, sum hava vant, verið til royndir og á venjingarlegu, so teir skulu vera so væl fyri sum møguligt.
Súkklingin var ikki við á Oyggjaleikunum í Álandi fyri tveimum árum síðani, men á Rhodos fyri fýra árum síðani vann føroyska súkklulandsliðið silvur í liðkappingini.
hilmarjan@sosialurin.fo










