Súkkla inn í París í dag

Føroyska Team Rynkeby liðið røkkur í dag saman við 1600 súkklarum úr Noregi, Danmark, Svøríki og Finnlandi inn í franska høvuðsstaðin

Í dag verður punktum sett fyri Team Rynkeby á hesum sinni. Føroysku súkklararnir, sum hóskvøldið í síðstu viku fóru av landinum umborð á Norrønu, eru nú á veg inn í franska høvuðsstaðin.

 

Tilsaman telur Team Rynkeby liðið 1600 súkklarar og 360 hjálparar. Talan er um 38 lið, sum eru úr Føroyum og ymsa staðni úr Noregi, Danmark, Svøríki og Finnlandi. Føroyska liðið er mannað við 48 súkklarum og tíggju hjálparum. Liðformaður er Alfred Hummeland.

 

Síðani síðsta leygardag hevur verið súkklað úr Danmark og við kós ímóti París. Tað hevur gingið væl. Veðrið hevur verið gott, og tíbetur eru tey sloppin undan óhappum, og teknisku brekini hevur tað einki verið at tosa um.

Í fyrradagin var føroyska liðið í Belgia, har tey frá Genk og til Gosselies Charleroi tóku kendu súkklubrekkuna “Mur de Huy”. Starvsfólkini á føroysku sendistovuni í Brússel vóru og tóku ímóti, tá ið føroyska liðið hevði tikið brekkuna, og føroyska liðið fagnar á facebook síðuni sínum landsmonnum fyri stóran blíðskap.

 

Nú hava føroyingarnir kós ímóti miðbýnum í býanna býi!