Seinasti teinurin í Tour de France varð súkklaður í gjár. Samlaður vinnari bleiv bretski Geraint Thomas frá Team Sky, sum harvið tók trónuna frá liðfelaganum og ferfalda vinnaranum av kappingini, Chris Froome. 145 súkklarar fullførdu allar 21 teinarnar og komu til París, har seinasti teinurin og hátíðarhald vóru í gjár.
Aftastur av øllum í samlaðu kappingini bleiv amerikanski Lawson Craddock frá liðnum, ið hevur longsta navnið í kappingini: Team EF Education First–Drapac p/b Cannondale. Hann man tó leggja lítið í, at hann bleiv aftastur, tí fyri hann var tað ein sigur, at hann yvirhøvur vann upp París. Hann datt nevniliga á allarfyrsta teininum, og hóast eina brotna øksl og nógva pínu, so valdi hann at stríða seg ígjøgnum kappingina og kom at enda á mál.
- Eg eri ikki ein av teimum, ið gevur upp, og eg havi lovað mær sjálvum, at eg ikki gevi skarvin yvir fyrr enn tað er alneyðugt, segði Lawson Craddock við miðlarnar eftir at hann hevði súkklað fyrsta teinin lidnan einans fyri at fáa staðfest, at økslin var brotin.
Eitt, sum gav 26 ára gamla Lawson Craddock orsøk at halda fram í kappingini var, at hann undan kappingini hevði lovað at geva 100 dollarar til súkklubreytina Alkek Velodrome í Houston hvørjaferð hann fullførdi ein tein. Hann hevur fingið sína uppaling á hesi breytini, sum fekk stóran skaða í ódnini Harvey í fjør.
Nú er fitt av peningi fingið til vega at seta Alkek Velodrome í stand, tí umframt upphæddina frá Lawson Craddock sjálvum, so gjørdist søgan um hann og súkklubreytina somikið kend, at 2616 fólk nú hava latið eina peningagávu, og tilsamans eru útvið 1,3 millión krónur savnað saman til endamálið.
Lawson Craddock brúkti 87 tímar, 51 minuttir og 32 sekund um at súkkla Tour de France, og tað var góðan hálvan fimta tíma meira enn vinnarin, Geraint Thomas, brúkti. Craddock var tikin av løtuni og brast út í grát, tá ið hann tosaði við miðlarnar eftir at hann var komin um málstrikuna í París. Sjónband av tí sæst HER.