Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, segði í dag, at seinni í hesum mánaðinum fer hann at lata ST umsókn um, at Palestina fær limaskap í heimsfelagsskapinum.
-Vit fara at venda okkum til ST í november í 2012, ikki í 2013 ella 2014, segði Abbas á einum hátíðarhaldi í sambandi við, at átta ár eru liðin, síðani fyrrverandi palestinski leiðarin Yasser Arafat doyði.
Nabil al-Arabi, sum er formaður í Arabisku Samgonguni, var í Ramallah á Vestara Áarbakka í sambandi við hátíðarhaldið, og hann tók undir við, at Palesina fær limaskap í ST.
-Verður umsóknin góðkend, verða tey palestinsku økini mett sum eitt hersett land, segði Arabi.