Tey, sum søkja um at fáa fyritíðarpensjón frá Almannaverkinum, skulu fyrireika seg at bíða í tvey ár, ella enntá longur, áðrenn tey fáa svar.
Tað ásannar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, hevur spurt landsstýriskvinnuna í almannamálum, hvussu leingi tað tekur at viðgera eina umsókn um fyritíðarpensjón frá fólki, sum verða sjúk, ella vera fyri óhappið, og ikki kunnu røkja vanligt arbeiði longur.
Eyðgunn Samuelsen upplýsti fyri Løgtinginum nú ein dagin, at av teimum 128 umsóknunum um pensjón, sum vórðu avgreiddar fyrra hálvár í ár, høvdu 38 umsøkjarar bíðað í styttri enn eitt hálvt ár. Hinvegin høvdu 54 umsøkjarar bíðað ímillum eitt hálvt ár og eitt ár, og 19 umsøkjarar høvdu bíðað í eitt ár til hálvtannað á. Men átta umsøkjarar høvdu bíðað í hálvtannað til tvey ár, og níggju umsøkjarar bíðaðu longri enn tvey ár, áðrenn teir fingu svar.
Sostatt vóru tað seks prosent av umsøkjarunum, sum høvdu bíðað í hálvtannað til tvey ár eftir at fáa svar, og sjey prosent av umsøkjarunum høvdu bíðað í meiri enn tvey ár.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at tað er serliga ein orsøk til at viðgerðartíðin er so long í summum førum. Og tann orsøkin er, at eru tað fólk, sum eru yngri enn 60 ár í søkja um fyritíðarpensjón, verður hon ikki játtað fyrrenn tað er kannað nakað kann gerast yvirhøvur fyri at umsøkjarin kann fáa eitt starv, hann er mentur at røkja, kanska eitt vart starv.
– Fyrrenn allir møguleikar eru troyttir, kann fyritíðarpensjón ikki játtast og tað hevur heilt stóra ávirkan á viðgerartíðina, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Men hon staðfestir samstundis, at viðhvørt er tað eisini leingi at bíða eftir neyðugu læknaváttanunum og tað leingir eisini um viðgerartíðina.
Hon sigur, at arbeitt verður støðugt við at stytta viðgerartíðina, eitt nú er bíðitíðin eftir læknaváttanum, stytt.
– Tá ið umsøkjarin er yvir 60, er viðgerðartíðin vanliga stutt, tí har eru tað læknaváttanirnar, sum tað gongur so seint at fáa fatur á, og sum sostatt kunnu gera, at tað dregur úr
Eyðgunn Samuelsne sigur eisini, at í fjør, og í fyrra hálvári í ár, vóru tað níggju prosent av øllum umsóknum, sum ikki vórðu gingnar á møti, men her er bæði talan um umsóknir um fyrotíðarpensón, umsóknir um røktarviðbót og annað. Og í 2014 endaðu 25 mál hjá kærustovninum og í 2015 og 2015 vóru tað 20 hvørt árið.
Sonja Jógvansdóttir heldur, at sum politiskur myndugleiki kunnu tey ikki góðtaka, at tað skal taka tvey ár at viðgera eina umsókn um fyritíðarpensjón
– Tað er ein ófatiliga long tíð at bíða, sama, hvussu lógarverkið er, og hvussu eitt mál skal viðgerast.
Tað kann heldur ikki góðtakast hjá tí, sum søkir um fyritíðarpensjón. Talan er um fólk, sum eru sjúk, ella hava verið fyri óhappi so tað er heilt órímiligt at bíða so leingi eftir at fáa svar.
Sonja Jógvansdóttir vísir samstundis á, at fyrr var støðan tann, at varð ein umsókn um fyritíðarpensjón játtað, fekk umsøkjarin pensjón frá tí degi hann søkti. Men tað broytti undanfarna samgonga, so at nú fáa umsøkjarar bara fyritíðarpensjón frá tí degi, umsóknin er játtað.
Hon heldur, at vit áttu at farið aftur til gomlu skipanina, tí tað hevði lagt trýst á Almannaerkið at at fingið umsóknirnar avgreiddar skjótari.