Søkja nú eftir

Landssjúkrahúsið søkir nú eftir nýggjari manning til B 6 á Landssjúkrahúsinum fyri tær 18 sjúkrasystrarnar, sum hava sagt upp. Men nú verður ikki bara søkt eftir sjúkrasystrum, tí heilsusøktarar kunnu eisini søkja størvini

 

Landssjúkrahúsið

Nú er Landssjúkrahúsið farið at søkja eftir nýggjari manning til B 6 á Landssjúkrahúsinum ístaðin fyri tær 18 sjúkrasystrarnar, sum hava sagt upp.

Men ístaðin fyri at søkja eftir sjúkrasystrum burturav, verður eisini søkt eftir heilsurøktarum, ella almanna- og heilsuástøðingum, ið summi eisini nevna tær.

Higartil hevur B 6 verið mannað við 23 sjúkrasystrum og tveimum sjúkrahjálparum, men nú er sostatt líkt til, at samansetingin skal vera øðrvísi hereftir.

Í lýsingini, sum er í bløðunum í dag, er onki tal sett á, hvussu nógvum fólkum, søkt verður eftir.

? Á B 6 eru fleiri føst størv sum sjúkrasystrar og almanna- og heilsuástøðingar í blandaðum vaktum leys at søkja sum skjótast eftir avtalu, eru boðini í teirri rættiliga drúgvu lýsingini, sum stendur aðrastaðni í blaðnum.

Lagt verður afturat, at talan er um fulltíðarstørv, men at møguleiki er fyri at avtala niðursetta tíð.

Freistin at søkja størvini er úti 2. januar á miðdegi.


Byggjast upp av nýggjum

Almanna og Heilsumálastýrið sigur í lýsingini, at deildin hevur leingi, tó serliga hesa síðstu tíðina, verið merkt av eini truplari hendingagongd, sum hevur ført við sær, at flestu starvsfólkini hava sagt seg úr starvi.

? Tí skal deildin byggjast upp av nýggjum, møguliga við øðrum uppgávum. Tørvur er tí á starvsfólki, sum hava hug og evni at seta í verk nýggj tiltøk.

Higartil hevur B 6 verið ein deild, sum tekur ímóti innkallaðum og akuttum sjúklingum alt samdøgrið. Hon hevur 18 seingjarpláss og hevur fimm sergreinar

Men, nú deildin skal skipast av nýggjum, verða broytingar kanska gjørdar og Almanna- og Heilsumálastýrið væntar, at tey, sum verða sett, tola hetta og við vælviljað verða við at leggja broytingarnar til rættis og fremja tær í verki.