Søkja eftir stjórum fyrsta dagin

Bæði Sernámsdepilin og Skúlin á Trøðni skulu hava nýggjan stjóra og fyrsta dagin fer at verða lýst eftir teimum. Lærarafelagið staðfestir á heimasíðuni, at tað hevur drigið út at søkja eftir nýggjum stjóra til stovnarnar, Sernámsdepilin og Skúlan á Trøðni, tí ymisk bygnaðarlig viðurskifti skulu greinast fyrst.

Hóast Sernámsdepilin og Skúlin á Trøðni hava nógv í felag, hevur samstarv millum stovnarnar ikki verið av tí nógva og Olaus Jespersen sigur við Skúlablaðið at tað er

umráðandi samstarvið verður betri

- Brúkarin skal hava eitt og ikki fleiri støð at venda sær at fáa ráðgeving og stuðul, tá ið talan er um tænastur á sernámsfrøðiliga økinum.

Mentamálaráðið miðar ímóti, at nýggju stjórarnir verða settir í starv frá 1. januar 2011 at rokna.

- Hvørt tað er realistiskt, veldst nógv um, hvørji fólk verða sett í starv. Eru tey bundin av øðrum arbeiði, sum tey ikki kunnu fara úr beinanvegin, dregur tað kanska eitt sindur út.

Harriet Hansen hevur verið virkandi stjóri á Sernámsdeplinum, síðan Helgi Rasmussen segði starvið frá sær í úrtíð í summar. Harriet Hansen er samstundis stjóri á NSR-tænastuni í Havn. Jan Christiansen hevur verið stjóri á Skúlanum á Trøðni í tíðaravmarkaðum starvi í fimm ár; tíðarskeiðið rann út 1. august, men hann røkir eisini starvið til 1. januar.