Søkja eftir presti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald

Søkt verður nú eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald. Nýggi presturin skal røkja starvið, sum Sonja Klein fór úr vegna aldur fyri jól

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.

Føroya Stiftstjórn skrivar í lýsingini, at umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. Biskupur fer at gera eina skipan fyri embætið.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarpresturin verður løntur í lønarflokki 37.

Embætið verður eftir ætlan sett 1. apríl 2020.

Í prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir: Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja. Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, tað eru stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.

Fýra prestar eru knýttir at prestagjaldinum. Tveir sóknarprestar, sjúkrahúspresturin og dómprósturin.

Eingin tænastubústaður er til embætið. Ætlanin er ikki at byggja prestagarð.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Um ein umsøkjarar, ið ikki enn er prestvígdur, kann viðkomandi senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Umsóknarfreistin er týsdagin 25. februar 2020, klokkan 12.