Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsóknarfreistin er 30. apríl og embætið verður eftir ætlan sett 1. juni 2020.
Í lýsingini eftir nýggjum presti verður sagt, at umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.
Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir: Elduvíkar kirkja, Leirvíkar kirkja og Fuglafjarðar kirkja. Tvey bønhús eru í prestagjaldinum: Bønhúsið á Hellunum og Bønhúsið í Funningsfirði.
Afturat kirkjunum og bønhúsunum eru onnur tænastustøð, tað eru stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.
Bústaðarskylda er, og tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Fuglafirði, Mørkin 10.
Prestagarðin verður dagførdur og valla tøkur sum bústaður fyrr enn 1. mai 2021. Sóknarpresturin og biskupur gera eina avtalu um bústaðin í skiftistíðini.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini. Biskupspróvtøkan er ein fortreyt fyri umsóknini.
Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin á sumri 2020 og kunnu taka við kallinum 15. juli 2020, eru vælkomnir at søkja, stendur í lýsingini.
Á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni hevur Jógvan Fríðriksson, biskupur, áður skrivað, at dómprósturin skipar Anne Mette Greve Klemensen í embætið í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi við hámessuna í Havnar kirkju 19. apríl. Nú koronasmittan herjar, og fólk ikki kunnu savnast, er spurningurin, um henda dagfestingin verður broytt.