Søkja eftir fólki at standa á odda fyri ferðavinnuni í Suðuroy

Nú ætla suðuroyingar at seta ein samskipara í starv fyri at menna ferðavinnuna í oynni Tað eru kommunurnar í Suðuroy, sum nú eru samdar um at fara undir eitt veruligt átak fyri at menna ferðavinnuna í oynni.

Í hesum sambandi er ætlanin nú at seta ein ferðavinnusamskipara í starv, skal hava til uppgávu at fáa fleiri ferðafólk til Suðuroyar, bæði føroyingar og útlendingar, og at geva teimum eitt gott upplivilsi í oynni.

Samskiparin skal vera íbirtari til fleiri ferðavinnutilboð í Suðuroy og at tryggja bestu dygd í tilboðunum í oynni.

Hann skal eisini samskipa ferðavinnuátak í oynni og marknaðarføringina av oynni.

Ì hesum sambandi søkja tey eftir ferðavinnusamskipara, sum skal hava útbúgving í ferðavinnu, ella aðrar viðkomandi royndir ella útbúgving.

Talan er um eina verkætlan, sum gongur yvir trý ár og samskiparin skal virka í neyvum samstarvi við kunningarstovuna í Vági og á Tvøroyri.

Umsóknarfreistin er 16. juni.