SÍ kann gerast føroyameistari í dag

Kvinnurnar hjá SÍ vunnu í gjár 3-1 á TB, sum tók fyrsta settið, men var við undirlutan í trimum teimum næstu. TB hevur nú alt at vinna og einki at tapa, so spennandi verður at síggja, um SÍ klárar at vinna aftur í dag ? ella alt skal avgerast við einum triðja finaludysti um eina viku.

 

Eisini hjá monnunum vann SÍ, men her gjørdist talan um ein fimmsettara. Mjølnir vann fyrsta og triðja sett, men var sópað av vøllinum í fjórða og fimta setti. Mjølnir skal lyfta seg munandi, skal tað eydnast at vinna í dag og bjarga sær ein triðja finaludyst.

 

Aftur í dag verða báðir dystirnir spældir á Eiði. Finalan hjá kvinnunum byrjar klokkan 15, og menninir spæla klokkan 17. Rás 2 fer aftur í dag at siga beinleiðis frá báðum dystunum, og byrjar frásøgnin klokkan 14.45.